Liðið hjá Jóannesi Bjartalíð, Fredrikstad FK spældi í kvøld dyst á heimavølli í triðja undanumfarinum í Europa League. Mótstøðuliðið var danska FC Midtjylland.
Tað endaði við 3-1 sigri til FC Midtjylland. Tó var ein glotti sæð við føroyskum landsliðsbrillum. Jóannes Bjartalíð, ið kom á vøllin í 57. minutti skoraði málið hjá Fredrikstad. Í 77. minutti fann Oskar Ohlenschlaeger Jóannes inni í brotsteiginum hjá FC Midtjyllandi. Jóannes tók av og meddaði bóltin í netið til støðuna 1-2. Tveir minuttir seinni økti útiliðið til endaligu støðuna 1-3.
FC Midtjylland skoraði tvey tey fyrstu málini fyrstu 32 minuttirnar av dystinum. Liðini høvdu líka nógvar málmøguleikar, og høvdu bóltin líka nógv í dystinum, men gestirnir dugdu betri at taka av málmøguleikunum.
Komandi hósdag klokkan 17 spæla liðini returdyst á MCH Arena leikvøllinum í Herning.
Um Jóannes og liðfelagarnir ikki megna at vinna ein samlaðan sigur á FC Midtjyllandi detta teir niður í Conference League at spæla tveir Play Off dystir.











