Annað var eitt innanlands bræv frá 1873, frankerað við einum fýra skillings frímerkri, og hitt eitt uttanlandsbræv, ið varð sent til Kjøpinhavn og frankerað við einum 16 skillings frímerki.
Í sambandi við frímerkjadagin, sum var hildin í gjár um alt Svøríki, blivu tey bæði íslendsku brøvini seld á uppboðssølu á Postiljonen í Malmö fyri ávikavist 885.000 krónur og 1,2 millión krónur.
– Tá talan er um sjáldsom bræv og frímerki, verður prísurin altíð høgur, og áhugin fyri eini uppboðssølu verður altíð stórur, tá bjóðast kann upp á tvey so sjáldsom brøv sum hesi, sigur Bo Dahlner, formaður í svenska filatelistfelagnum.
Hann sigur, at bara frímerkini í sjálvum sær kunnu geva sera góðan prís, men um tey framvegis standa uttan á sjálvum brævinum, hækkar virðið munandi.
– Tí er ein meginregla, at tú ongantíð tekur frímerkini burtur av gomlum brøvum, tí tá missa tey beinanvegin virði, sigur hann við svensku TT-tíðindastovuna.