Íslendingar eru troyttir av gomlu flokkunum

Piratarnir eiga 37,8 og stjórnarflokkarnir 30,1 prosent í nýggjari veljarakanning

Birgitta Jonsdóttir, Asta Helgadótt og Helgi Gunnarsson umboða Piratarnar í Altinginum

Á altingsvalinum í 2013 vann nýggi flokkurin Piratarnir, sum var stovnaður í 2012, trý umboð í Altinginum, har tað eru 63 limir.

Tað verður val aftur í Íslandi í seinasta lagi 27. apríl 2017, og tað er nógv, sum bendir á, at nýggi flokkurin eftir valið fer at eiga væl størri leiklut, enn hann hevur nú. Í nýggjari veljarakanning eru tað 37,8 prosent av veljarunum, sum siga, at um tað var val nú, so høvdu tey atkvøtt fyri Piratunum, sum tískil hevði verið størsti flokkur.

Í løtuni eru tað Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin, sum hava meiriluta í tinginum og sita við stjórnarvaldinum. Nýggja veljarakanningin sigur, at báðir stjórnarflokkarnir bara høvdu fingið 30,1 prosent av atkvøðunum, um tað hevði verið val nú.

Tað eru ikki bara stjórnarflokkarnir, sum missa undirtøku í nýggju veljarakanningini. Tað gera eisini flokkarnir á vinstra veinginum. Harvið siga íslendingar í veljarakanningini, at teir eru troyttir av gomlu flokkunum.

Piratarnir tosa nógv um størri gjøgnumskygni í politikki og privatlívi, broytingar í lógum um upphavsrætt og 35 tíma arbeiðsviku. Og so sigur flokkurin seg ætla at broyta lóggávuna viðvíkjandi narkotika, so hon verður lagaligari.

Fínu tølini í veljarakanningini fáa ikki ábyrgdarfólkini í Piratunum at rokna við, at undirtøkan fer at verða so dygg um eitt gott ár, sum hon er í nýggju kanningini:

-Tað hevði verið ov bjartskygt at rokna við hesum úrslitinum á valinum um eitt stórt ár. Men stóra undirtøkan í veljarakanningini kroystir gomlu flokkarnar at umhugsa sín politikk og broyta hann, sigur Birgitta Jonsdóttir, sum er ein av trimum tinglimum fyri flokkin, sambært TV2 Danmark við Bloomberg Business.