Tað er háspenningur og fótbóltsfepur av dimensjónum í grannalandi okkara, Ìslandi.
Ísland er oddalið í EM-undankappingarbólki A við 15 stigum fyri seks dystir. Kekkia hevur 13 stig, Niðurlond 10 stig, og Turkaland hevur 8 stig. Fýra dystir eru eftir at spæla hjá liðunum, men íslendingar kunnu tryggjað sær pláss í EM-endaspælinum í Fraklandi komandi summar, um teir vinna teir báðar komandi dystirnar.
Hóskvøldið leika íslendingar ímóti Niðurlondum á Amsterdam Arena, og sunnudagin taka íslendingar ímóti botnliðnum Kasakstan á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Kasakstan hevur bert eitt stig, og eru íslendingar risafavorittar hendan dystin. Øðrvísi er við dystinum hóskvøldið, har Niðurlond undir vanligum umstøðum hevði verið stórfavorittur, men góðu úrslitini hjá Ìslandi tala fyri, at talan verður um ein javnan og spennandi dyst á Amsterdam Arena.
Íslendingar hava eisini heimadyst ímóti Lettlandi 10. oktober, um tað ikki gongur eftir vild ímóti Niðurlondum. Íslendingar enda kappingina á útivølli í Turkalandi 13. oktober.
Um íslendingar vinna seg í EM-endaspælið verða teir minsta fótbóltstjóð nakrantíð, sum hevur vunnið seg í eitt endaspæl.