Ígjár tapti føroyska manslandsliðið í hondbólti 24-39 (15-19) fyri Íslandi í tí fyrra venjingardystinum í Laugardalshøllini í Reykjavík. Fyrstu 22 minuttirnar gekk væl, og vóru Føroyar á odda 12-11 tá. Eftir tað bleiv tað ein tungur, men læriríkur dystur móti einum av heimsins fremstu hondbóltslandsliðum.
Níggju altjóða veddingarfyritøkur hava Ísland sum stóran favoritt til at endurtaka sigurin í dag klokkan 17.30 í Laugardalshøllini.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Ísland eru 1,09.
Miðaloddsini upp á útisigur til Føroyar eru 8,69.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 15,36.
HER eru oddsini:
##med2##