Ísland endaði á fimta plássi

Eftir at Pólland hevði verið frammanfyri alla tíðina skoraði Ísland sigursmálið til 28-27 í evstu løtu

Tað er ógvuliga gott hondbóltslag millum grannar okkara fyri vestan. Nú seinnapartin hevur íslendska hondbóltslandsliðið við maner sett punktum fyri sín leiklut í EM endaspælinum. Íslendingar spældu ímóti favorittunum úr Póllandi um fimta plássið, og tað endaði við íslendskum 28-27 sigri. Einasta ferðin, at Ísland var frammanfyri, var, tá ið íslendingar skoraðu sigursmálið!

Rúnar Kárason skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tjúgu sekund. Pólverjar skundaðu sær í álop fyri at javna aftur, men íslendski málverjin Aron Rafn Eðvarðsson bjargaði.

Hálvleiksstøðan var 16-13 til Pólland, og fyrstsu trý korterini var tað ikki nógv, sum bendi á, at tað skuldi enda við íslendskum sigri. Pólland var støðugt frammanfyri við tveimum og trimum málum og onkra løtuna við fýra málum. Stóra avbjóðingin hjá Íslandi var hesa løtuna – sum tað hevur verið í allari kappingini – at málverjarnir bjargaðu so fáum skotum.

 

Stutt undan steðginum skifti Íslandi málverja. Aroni Rafni Eðvarðsson vísti seg at vera sannur brandur millum stólparnar. Tá ið eitt korter var eftir, javnaði Ísland til 20-20, og so gekk javnt á. Pólland var tó alla tíðina undan, inntil tað restaðu 20 sekund. Tá skoraði Rúnar Kárason sigursmálið. Pólverjarnir stóðu sum kánus, meðan íslendingarnir stórfegnaðust um, at tað hevði eydnast teimum – hóast nógvar og stórar trupulleikar orsaka av skaðum – at vinna fimta plássið!