Tá atkvøðurnar aftan á tjóðartingsvalið í Turkalandi sunnudagin vórðu upptaldar, hevði tann nútíamns islamistiski flokkurin AK fingið 34 prosent av atkvøðunum og 363 av teimum 550 tjóðartingsumboðunum.
18 flokkar stillaðu upp til valið í Turkalandi, men bara tveir teirra fingu nóg mikið av atkvøðum til at fáa umboð í tinginum. Minstamarkið í Turkalandi er heili 10 prosent, og tað vóru bara AK og tann sosialdemokratiski fólkaflokkurin CHP, sum rukku upp um markið. CHP fekk 19 prosent av atkvøðunum.
Politiskir eygleiðarar í Ankara vænta, at tey politisku viðurskiftini í Turkalandi verða óstøðug. Hetta kemst av, at formaðurin í AK, Recep Tayyip Erdogan, hevur fyrr fingið ein dóm fyri at hava eggjað fólki til átrúnaðarligan uppreistur. Hann slapp tí ikki at stilla upp til tjóðartingsvalið, og hann kann heldur ikki gerast stjórnarleiðari, nú flokkur hansara hevur vunnið.
Sjálvur sigur Erdogan, at flokkurin er til reiðar at stýra Turkalandi burtur úr teirri stóru búskaparkreppuni, sum landið er í, og at flokkurin er sinnaður at snara Turkalandi nærri Evropa.










