Islamistar vinna í Egyptalandi

Uppteljingin eftir annað umfar av tjóðartingsvalinum í Egyptalandi vísir, at teir báðir stóru islamistisku flokkarnir vunnu eisini hetta umfarið og fingu næstan tveir triðingar av atkvøðunum.

Muslimski Bróðurflokkurin hevur fingið 36,6 prosent av atkvøðunum, og tann meiri radikali Al-Nour hevur fingið 28,8 prosent. Tað er á leið sama úrslit sum á fyrra umfari, tá teir báðir flokkarnir fingu 65 prosent tilsamans.

Eygleiðarar í Kairo siga, at annað valumfar royndist illa hjá teimum flokkunum, sum eru ímóti islamistunum. Landsins elsti flokkur, Al-Wafd, fekk 9,6 prosent av atkvøðunum, og Tann Egyptiski Vongurin fekk 7 prosent.

Triðja og seinasta umfar av valinum verður tann 3. januar.