Um eg skal vera heilt erligur, dámdi mær lítið at fara til Pakistan og Saudi-Arabia.
35 ára gamli journalisturin og rithøvundurin Martin Krasnik festir sær í eina sigarett á óruddiligu skrivstovuni hjá sær í hølunum hjá Weekendavísini í Pilestræde í miðbýnum í Keypmannahavn. Fyri einum lítlum ári síðani kom hann aftur frá persónligari rannsóknarferð gjøgnum London, Iran, Libanon, Pakistan og Saudi-Arabia, har hann frá mei mánaði í 2004 til august í 2005 vitjaði og hevði samrøður við muslimskar andaligar og politiskar leiðarar við einum endamáli: betri at skilja politisku útgávuna av islam, sum nú hevur fingið heitið islamisma.
Í dag arbeiðir Martin Krasnik sum korrespondentur fyri Weekendavísina, men vit kenna hann best sum reyðhærda sjónvarpsvertin við kontanta stílinum í tíðindasendingini Deadline á Danmarks Radio, har hann arbeiddi frá 2002 til 2004.
Fimm vitjanir
Úrslitið av ferðini gjøgnum arabiska heimin var bókin De retfærdige. En islamisk stafet, sum hevur verið millum mest seldu bøkur í Danmark um ársskiftið, samstundis sum hann eisini lat úr hondum dokumentarsendingina På Guds parti, sum hevur verið víst á DR2. Men hví valdi Martin Krasnik at fara undir eina so stóra og umfatandi verkætlan?
Kjakið um relatiónirnar millum muslimska heimin og vesturheimin høvdu mín stóra áhuga og vóru sera dominerandi gjøgnum øll nítiárini, og eftir 11. september í 2001 kulmineraði alt, tá sjálvmorðsbumbumenn flugu inn í World Trade Center. Men eg hevði eina kenslu av, at alt kjakið bygdi á óklárar hugmyndir og diffusar fyristillingar. Eg vildi vita meiri og valdi tí sjálvur at fara avstað og nýta tíð saman við framstandandi islamistum, greiðir Martin Krasnik frá.
Tað gjørdist tilsamans til fimm vitjanir hjá Krasnik. Hann vitjaði ein universitetsprofessara í Teheran í Iran. Ein talsmann hjá størsta politiska flokkinum í Miðeystri, Hizbollah í Libanon. Ein fjølmiðlaráðgeva hjá størsta andstøðuflokkinum í Pakistan. Ein hægstarættardómara og serfrøðing í sharia-lóggávuni í Saudi-Arabia. Og til seinast redaktørin á tíðarritinum hjá muslimska felagsskapinum Hizb ut-Tahrir í London.
Eg vildi gera eina roynd at skapa ein veruligan dialog. Eina veruliga samtalu millum ein sekulariseraðan demokrat og ein religiøsan islamist. Eg vildi læra hesar persónar at kenna. Eg vildi nýta tíð saman við teimum, sigur Martin Krasnik.
Daman óttaðist
Mong ráddu honum frá at fara til so vandamikil øki, ikki minst tí Martin Krasnik sjálvur er av jødiskum uppruna. Søgurnar um vesturlendskar journalistar, sum verða tiknir og burturførdir av víðgongdum muslimum, eru fleiri, ikki minst eftir at kendi amerikanski og jødiski journalisturin Daniel Pearl varð tikin og hálshøgdur í Pakistan fyri opnum skíggja. Sjónvarpsmyndirnar fóru sum ein skelkur um allan heim og eru í dag vorðnar ímynd av vandamiklu tilveruni hjá vesturlendskum korrespondentum í arabiska heiminum.
Daman hjá mær var mest bangin og royndi, hvat hon kundi at tosa meg frá mínum ætlanum, og mamma græt, tá eg segði henni, at eg fór til Pakistan. Men tað er eftir øllum at døma hetta famøsa journalistiska instinktið, sum noyðir ein at fara. Men nú skulu vit ikki yvirdríva. Fleiri túsund vesturlendskir journalistar arbeiða í regiónini og merkja ikki til nakran vanda, sigur Martin Krasnik.
Hann greiðir frá, at tey, hann vitjaði, tóku sær væl av honum og vóru gestablíð hampafólk. Men hann viðgongur tó, at honum ikki dámdi at fara til Pakistan og Saudi-Arabia. Minni um Daniel Pearl lá onkunstaðni í tilvitskuni og lúrdi.
Eg royndi, hvat eg kundi, at fjala mín jødiska samleika, júst tí eg ikki vildi, at endaleysa stríðið millum jødar og arabarar skuldi koma at dominera okkara samrøður. Men teir kendu mín uppruna og løgdu mær eina við at ansa mær, endar Martin Krasnik.
FAKTA
Journalisturin Martin Krasnik hevur fyrilestur í Miðlahúsinum mánakvøldið 10. apríl kl. 19 um sína ferð gjøgnum arabiska heimin, sínar hugsanir um islam sum politiska hugsjón og ikki minst um viðurskiftini millum vesturheimin og muslimska heimin. Eftir tiltakið verður høvi at seta spurningar og at kjakast.