Ísfiskatrolarar fara á makrelveiði

Nakrir ísfiskatrolarar eru farnir á makrelveiði, og sum dagarnir ganga fara nakrir trolarar aftrat á hesa veiði.

- Bara trý pør eru til fiskiskap eftir upsa. Skipini hava sum heild smáligan fiskiskap. Umframt upsan, fáa skipini eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og toski. Hesi trý pørini koma inn at landa, sum vikan gongur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at nú er eitt par á gulllaksaveiði, og tvey pør eru á makrelveiði. Okkurt par aftrat riggar til at fara á makrelveiði - og okkurt annað par ger klárt at fara á upsaveiði.

 

- Bara tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av upsa og koma helst ikki at landa miðskeiðis í vikuni. Ein djúpvatnstrolari er á makrelveiði, og onkur aftrat fer út í næstum.

 

Lagt verður aftrat, at ein trolbátur er á landleiðin og fær mest av toski, reyðsprøku, tungu og havtasku. Hesin báturin kemur inn at landa í morgin. Ein trolbátur er á Rygginum og fiskar tosk. Hann landar helst síðst í vikuni sum kemur.