Ísfiskastrolari fiskað 61 tons um dagin

Íslendskir trolarar hava fingið nógvan fisk í seinastuni, og nógv bendir á, at mai verður tan besti hjá teimum í mong ár.

Tann besti av íafiskatrolarunum man vera Klakkur, sum hevur gjørt tríggjar ógvuliga skjótar túrar út av Eysturlandinum.

 

Tann fyrsta túrin fingu teir 142 tons, eftir at teir høvdu verið 50 tímar á fiskileið. Annan túrin avreiddu teir 64 tons eftir at hava roynt ein dag, og á triðja túrinum fingu teir 152 tons eftir hálvum triðja degi. Tá var skipið eisini fult.

 

Nú um miðjan mai hevði Klakkur fiskað 366 tons eftir seks dagar á fiskileið ella 61 tons í meðal um dagin. Sambært íslendskum fjølmiðlum er næstan alt toskur.