ÍSF forseti møtir sum býráðslimur í dag

Í dag tekur Elin Heðinsdóttir Joensen sæti í Tórshavnar býráð

Elin Heðinsdóttir Joensen hevur einaferð áður havt sæti í býráðnum sum varafólk

Á býráðsfundinum í dag klokkan 16 tekur Elin Heðinsdóttir Joensen sæti í Tórshavnar býrað sum varafólk fyri Javnaðarflokkin, tí tað berst pápa hennara, Heðini Mortensen, frá at møta.

Elin Heðinsdóttir Joensen, sum er forseti í ÍSF, hevur einaferð áður havt sæti í Tórshavnar býráð sum varafólk. Hon stillaði upp fyri fyrstu ferð á býráðsvalinum 2024, tá hon var tvær atkvøður frá at verða vald.

Í samrøðu við Inga Rasmussen í Kringvarpinum leygarmorgunin skiltist á henni, at hon hevði fingið blóð á tonna fyri politikki og ætlar sær at stilla uppaftur.

Javnaðarflokkurin fekk 3 fólk vald í Tórshavnar býráð á seinasta býráðsvali, og Elin Heðinsdóttir Joensen var nummar 4 á listanum:

 

1:             Heðin Mortensen 789 atkvøður

 

2:             Bergur Robert Dam Jensen 366 atkvøður

 

3:             Kristianna Winther Poulsen 207 atkvøður

 

4:             Elin Heðinsdóttir Joensen 205 atkvøður

 

5:             Barbara Gaardlykke Apol 170 atkvøður

 

6:             Milia Egilsnes Anda 101 atkvøður

 

7:             Sára Gullfoss 100 atkvøður

 

8:             John av Reyni 87 atkvøður

 

9:             Barbara Djurhuus 70 atkvøður

 

10:          Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk 66 atkvøður

 

11:          Maria Súsanna Hammer Olsen 59 atkvøður

 

12:          Harald Joensen 49 atkvøður

 

13:          Eyðbjørg Hansen 43 atkvøður

 

14:          Robert Vilhelmsen 34 atkvøður

 

15:          Høgni Rasmussen 30 atkvøður

 

16:          Heri Ólason Dam 28 atkvøður

 

17:          Magni G. E. Dalsgaard 17 atkvøður

 

##med2##

 

##med3##

 

Elin Heðinsdóttir Joensen hevur einaferð áður havt sæti í býráðnum sum varafólk

Elin Heðinsdóttir Joesen og pápin, Heðin Mortensen

Elin Heðinsdóttir Joensen hevur orðið á býráðsfundi. Býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum í Kollafirði, Bergur Robert Dam Jensen, sæst eisini á myndii