NSÍ skrivar soleiðis í dag:
NSÍ hevur skrivað sáttmála við íslendska Alex Freyr Elísson. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2026.
28 ára gamli Alex er ein høgrabeintur verjuleikari. Hann kann eisini taka ein meira álopskendan leiklut á høgru síðu á seg.
Alex byrjaði sína yrkisleið í Fram Reykjavík í 2014. Alex hevur einans leikt í Íslandi, har hann hevur umboðað feløg sum Fram Reykjavík, Breiðablik, KA Akureyri og Njardvik.
Vit í NSÍ ynskja Alex hjartaliga vælkomnan til felagið. Vit fegnast um, at Alex kemur at spæla við Løkin í 2026, og vit ynskja honum alt tað besta í komandi kappingarári, skrivar NSÍ.











