Óváttað tíðindi vilja vera við at Islamiskur Statur nú sigur seg taka ábyrgdina av skotbardaganum í París í kvøld. Hetta skriva altjóða miðlar.
Sambært DR, so er tað tíðindastovan Amaq, ið veit hesi tíðindi, og verður tíðindastovan mett at hava tætt samband vð IS.
Le Figaro veit at siga, at maðurin, ið framdi atsóknina, er úr Belgia, og at belgisk løgregla nú eisini kannar málið.
Heim hansara í Seine-et-Marne verður nú ransakað.
Nýggjastu tíðindi vilja verða við, at umframt at ein løgreglumaður og skotmaðurin eru deyðir, og tveir løgreglumenn særdir, so varð eisini eitt ferðafólk rakt av skotum, og hevur skaða í eina knænum. Talan sigst vera um kvinnu, men tjóðskapur hennara er enn ikki komin fram.