Sambært enska blaðnum The Independent, hevur IS nú átikið sær ábyrgdina av álopinum í París í gjárkvøldið.
Hóast nógv grunaðu tað og eygnavitni søgdu, at tey høvdu hoyrt áleypararnar rópa Allahu Akbar, tá teir lupu á, so hevur enn eingin váttað, hvør stendur aftan fyri álopini í París í gjár.
Nú er tó líkt til, at IS hevur átikið sær ábyrgdina. Tað boðar enska avísin The Independent frá. Enska blaðið vil vera við, at sonevndi tíðindamiðilin hjá IS, al-Hayat Media Centre, hevur boðað frá, at tað er IS sum stendur aftan fyri yvirgangsálopini, sum tey umtalað sum eitt undur.
Enn er tó ikki greitt, um hetta er eitt yvirgangsálop stýrt av ovastu leiðsluni í IS ella um hetta eru einstakir bólkar, ið fremja yvirgangin í tess navni.










