IRF vil hava fólk at binda um ruskposan

Í tíðindaskrivi heitir IRF á fólk um bæði at binda fyri posan, ið fer í stóra ruskposan, og at binda fyri gráa ruskposan, áðrenn hann verður heintaður

– Tað er nógv, ið bendir á, at covid-19 virus kann yvirliva eina rúma tíð uttanfyri mannakroppin á yvirflatum úr til dømis plasti ella jarni. Hjá IRF eru vit noydd at gera alt vit kunnu, fyri at innsavningin hjá okkum kann halda fram ótarnað. Tí heita vit staðiliga á allar borgarar í limakommununum at fylgja teimum tilmælum, ið vit koma við, skrivar IRF í tíðindaskrivi.

Tilmælini eru hesi:

- Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.

- Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri.

- Hugsið um reinførið, tá ið tit binda um gráa posan.

- Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.

- Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.  

- Vit hava fyribils steðgað innsavningini av hvítum og reyðum posum. Vit mæla til, at tit goyma hesar posar við hús næstu tvær vikurnar.