IRF - eitt reinari umhvørvi - er tað tað vit vilja?

Regin Jacobsen, nevndarformaður í IRF

Eg vil heita á landsins mynduleikar - og politisku flokkarnar - at vísa í verki, at teir taka undir við arbeiðnum hjá IRF at fáa og halda eitt reint og gott umhvørvi í øllum oyggjum í Føroyum.

Flestu fólk hugsa ikki stórvegis um ruskið tá tað er farið í ruskposan. Ruskið verður jú heintað regluliga, og so er ikki meira hóvasták av tí. Verður ruskið hinvegin ikki heintað, so ganga ikki nógvir dagar fyrr enn røring kemur í.

Seinastu mongu árini er meira fokus sett á - umhvørvið, - náttúru, - grøn økir og - trivnaði annars. Í hesi gongdini er altavgerandi at hava skipanir til at taka hánd um burturkast av alskins slag.

Í 1989 varð brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík tikin í nýtslu. Hetta var eitt tiltak, sum føroysku kommunurnar vóru felags um, tó undandikið Havnina, sum valdi sína egnu loysn. Tað er einki at yvast í, at IRF er størsta umhvørvisátak í Føroyum higartil.

Í endamálsgreinini í viðtøkunum fyri IRF stendur: Felagsins endamál er:
<sum$?$end$!$ at virka fyri at burturkast og annað órudd verður beint burtur, so dálking av umhvørvi heldur uppat <BR><sum$?$end$!$ at løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing og løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd verða hildnar, og um gjørligt, at fáa framleiðslu í lag í samband við frammanfyri nevnda endamál.<BR>

IRF heintar sum kunnugt burturkast frá húskjum, bingjuplássum og virkjum í limakommunum. Ruskið verður skilt í fleiri bólkar: - tað sum kann brenna - pappír og papp - lívrunnið burturkast - jarn - elektroniskir lutir - vandamikið burturkast - spillolju og - rottangaevju.

Hetta verður gjørt eftir eini solidariskari skipan, har allar kommunur í Føroyum deila kostnaðin sínamillum og gjalda eftir tali av íbúgvum í einstøku kommununum.

Tað er eyðsæð at kostnaðurin, bæði at gera íløgur í innsavningarskipanir og rakstur annars er høgur, tá talan er um innsavning og flutning av ruski ímillum smábygdir og smáar oyggjar, sum talan í stóran mun er um í Føroyum.

Sum dømi kann nevnast, at kostnaðurin at heinta rottangaevju í einari av lítlu oyggjunum er hægri enn árliga gjaldið, sum oyggin skal gjalda fyri alla tænastuna (bæði fyri rusk og rottangatøming) frá IRF fyri eitt ár.

Sum annað dømi kann nevnast, at IRF árliga rindar góðar 2 mió kr í flutningskostnaði av at flyta ruskið millum oyggjarnar. Harafturat kann nevnast, at tað er kostnaðarmikið bæði í útgerð og rakstri, at savna rusk saman í smáplássum.

Sum kunnugt, hevur brennistøðin nýliga fingið umhvørvisgóðkenning. Drúgv viðgerð hevur verið av hesi umhvørvisgóðkenning. Krøvini sum eru ásett viðføra, at brennistøðin skal gjalda eina árliga eyka umhvørvisútreiðslu á umleið 3 mió kr ella uml. 100 kr/íbúgva/ár.

Tá IRF byrjaði, varð gjaldið fyri hvønn borgara áleið 700 kr árliga. Fyri árið 2006 verður gjaldið 1.230 kr árliga fyri hvønn borgara. Eftir 5 ára fíggjarætlanini hjá IRF, kemur gjaldið at hækka upp til umleið 1.630 kr árliga írokna rottangagjald til tess at fáa raksturin at hanga saman.

Hóast alt hetta, so er lánibyrðan hjá IRF alt ov stór. Framvegis er skuldin 71 mió kr sum er nógv, tá hugsa verður um, at brennistøðin eftirhándini nærkast 20 árum. Hóast støðin er væl viðlíkahildin, kann ikki síggjast burturfrá, at um nøkur ár skal fitt av peningi til fyri at dagføra brennistøðina.

IRF hevur í hesum sambandi havt fund við Innlendismálaráðharran tann 10.05.2004 og Fíggjarmálaráðharran tann 07.06.2004 um, at landskassalánið ella partar av tí, sum IRF hevur frá Landsstýrinum verður avskrivað.

IRF vónaði, at Føroya Landsstýri, eins og við Fjarhitafelagnum, vildi finna eina loysn og avskriva alt lánið ella partar av tí; men framvegis er eingin støða tikin til hetta.

Tá kostnaðurin til renovatión í smákommunum í Føroyum fer uppá 10-15% av skattaálýkningini (samanborið við uml. 3% í Tórshavnar kommunu), kann hugsast at øll skipanin fær trupulleikar.

Eg fari at mæla til, at samfelagið framvegis gongur á umhvørvisleið - samfelagi og borgarum til gagns. Tó fari eg at heita á landsins mynduleikar og politisku flokkarnar at vísa í verki, at teir taka undir við arbeiðnum hjá IRF at fáa og halda eitt reint og gott umhvørvi í øllum oyggjum í Føroyum.