Teir iransku diplomatarnir, sum eru útvístir úr Bretlandi, vórðu móttiknir sum hetjur, tá teir komu til Teheran. Nógv fólk vóru komin í floghavnina at taka ímóti teimum. Summi høvdu blómur til teirra, og onnur róptu "Deyði yvir Bretland".
Bretland valdi at taka allar sínar diplomatar úr Iran, eftir at tann bretska sendistovan í Teheran bleiv álopin seinasta týsdag. Síðani hava Frakland, Týskland, Italia og Niðurlond tikið sínar sendiharrar í Teheran heim.
Ein talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið segði í gjárkvøldið, at stríðið millum Iran og Bretland eigur ikki at ávirka viðurskiftini millum Iran og hini londini í Vesturheiminum.