Deyði Mahsa Amini fekk kvinnur kring alt Iran at mótmæla ímóti lógini um hijab. (Arkivfoto). - Foto: Cliff Owen/Ritzau Scanpix

Iranska moralløgreglan til verka aftur eftir langan steðg

Eftir at Mahsa Amini doyði fyri tíggju mánaðum síðani varð iranska moralløgreglan sett á pausu. Nú er hon farin aftur til verka.

 

Deyði Mahsa Amini fekk kvinnur kring alt Iran at mótmæla ímóti lógini um hijab. (Arkivfoto). - Foto: Cliff Owen/Ritzau Scanpix

Umstrídda moralløgreglan í Iran er nú farin aftur til verka tíggju mánaðir eftir, at tann 22 ára gamla kvinnan Mahsa Amini doyði í varðhaldi hjá moralløgregluni, sum førdi til ógvuslig mótmæli ímóti landsins stýri.

Tað skrivar BBC.

Moralløgreglan hevur sum uppgávu at tryggja at kvinnur halda natiónalu reglarnar um klæðir og at fjala hárið.

Eftir at kvinnan doyði var varðgongan sett á steðg, men stívrendir islamistar hava í longri tíð kravt, at moralløgreglan fór til verka aftur.

Iransk lóg,s um byggir á landsins tulkin av sharia, krevur, at kvinnur fjala hárið við eini hijab og lata seg í leystsitandi og síð klæði.

Reglarnar vóru settar í verk í sambandi við iransku kollveltingina í 1979. Tá var virkandi sekulera stýrið koyrt frá og skift út við eitt islamistiskt prestastýri, sum er grundað á sharialóg.

Mahsa Amini varð í fjør afturhildin, tí hon sambært løgregluni ikki var nóg væl tildekkað. Tað endaði við, at hon doyði í varðhaldinum hjá løgregluni.

Deyði hennara fekk kvinnur í so at siga øllum Iran at mótmæla ímóti lógini um hijab. Samstundis fekk hendingin kvinnur at treiskast ímóti iranska stýrinum og at tveita turriklæðið.

Gott eitt hálvt ár eftir at mótmælini byrjaðu, sóust enn kvinnur uttan turriklæði í handlum, á gøtuni, á matstovum og ørðum støðum í almenna rúminum sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað hendi, hóast tær kundu vænta at verða handtiknar, um tær ikki hildu reglarnar hjá religiøsa stýrinum um, hvussu kvinnur skulu vera ílatnar.

Iranska innanríkisráðið gjørdi greitt síðst í mars, at stýrið ikki hevur ætlanir um at sleppa kravinum um turriklæði hóast fólksligu mótstøðuna.

Tí turriklæði er »ein av mentanarligu grundsúlunum hjá Iran«, var grundgevingin hjá ráðnum.

/ritzau/

 

 

 

 

Deyði Mahsa Amini fekk kvinnur kring alt Iran at mótmæla ímóti lógini um hijab. (Arkivfoto). - Foto: Cliff Owen/Ritzau Scanpix