Iranska kollveltingarhirðin ávarar USA

Tann máttmikla tjóðarhirðin í Iran ávarar nú USA ímóti at geva iranum boð um, hvat teir skulu gera í Hormuz-sundinum. Fyrr í vikuni segði Iran, at landið fer at steingja sundið, um Vesturheimurin setir tiltøk í verk ímóti landsins oljuútflutningi. Tað hevur fingið amerikanararnar at siga, at teir fara ikki at sita hendur í favn, um Iran órógvar skipaferðsluna ígjøgnum Hormuz-sundið.

-Vit fara at svara øllum hóttanum við hóttanum, og vit fara ikki at lata onnur gera av, hvat vit gera, tá tað snýr seg um okkara lívsgrundarlag, sigur Hossein Salami, sum er generalur í tjóðarhirðini.

Fyri nøkrum døgum síðani segði iranski varaforsetin, Mohammad Reza Rahimi, at setir Vesturheimurin tiltøk í verk ímóti iransku oljuvinnuni, fer Iran at forða fyri, at so mikið sum ein einasti dropi av olju sleppur ígjøgnum Hormuz-sundið.

Júst sum orðadrátturin millum iranar og amerikanarar er so hvassorðaður, hava bæði londini herflotavenjingar í Hormuz-sundinum. Í dag frættist, at ein amerikanskur flogberi (myndin) er á veg tann vegin, og at hann skal til Oman.

Hormuz-sundið, sum er millum Iran og Oman, er góðar 17 fjórðingar breitt, har tað er smalast. Umleið 17 prosent av heimsins olju fara ígjøgnum Hormuz-sundið, og serliga Japan og Kina fáa nógva olju ígjøgnum sundið.