Tíggju fólk eru dripin í kjalarvørrinum av mótmælunum, ið seinastu dagarnar hava merkt Iran. Sambært iransku miðlum, so vórðu tey tíggju fólkini dripin, tá iransk trygdarlið steðgaði vápnaðum mótmælisfólkum at taka valdið á løgreglu- og hernaðarstøðum. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Tíggjutúsundtals iranar hava seinastu dagarnar mótmælt politikkinum hjá stjórnini og prestastýrinum í landinum, og verður mett, at talan er um størstu mótmælir móti stjórnini síðan 2009. Mett verður eisini, at mótmælini fara at halda fram mánadagin.
Sambært Reuters so byrjaðu mótmælini í Mashhad, ið er næststørsti býurin í Iran, og hevur ófriðurin síðan spreitt seg um alt landið. Umframt at mótmæla stóra arbeiðsloysið í landinum, so krevja nøkur av mótmælisfólkunum, at ovasti leiðarin fyri prestastýrið, Ayatollah Ali Khamenei, leggur frá sær.