Iran tekur ikki ta ísraelsku álopshóttanina í álvara, men iranar eru kortini fyrireikaðir og fara at verja seg. Tað segði iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, í dag.
Ísrael hevur leingi sagt, at tað slepst ikki undan einum hernaðarligum samanbresti millum Ísrael og Iran fyri at forða iranum at fáa sær kjarnorkuvápn. Men høvdu ísraelsmenn væntað, at hóttanin skuldi fáa iranska forsetan at slaka, mistaka teir seg.
- Í roynd og veru taka vit ikki ta ísraelsku hóttanina í álvara, men vit hava nóg mikið til at taka av, og vit eru til reiðar at verja okkum, sigur Ahmadinejad.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur sagt, at Ísrael kann fara at søkja at kjarnorkuútbúnaðinum í Iran, tí eftir hansara tykki tekur tað alt ov langa tíð at loysa málið á diplomatiskan hátt. Netanyahu hevur eisini funnist at amerikanska politikkinum, sum miðjar eftir at brúka handilslig og onnur tiltøk til at noyða Iran at sleppa sínum kjarnorkuætlanum.