Iran fremur álop á Ísrael í kvøld

Tíðindafólk hjá AFP í Jerusalem vita at siga, at ávaringarlúðrar hava ljóðað um allan býin

 

Myndin er frá einum iranskum álopi á Ísrael, men myndin er ikki frá iranska álopinum í kvøld

Ísraelski herurin (IDF) sigur í kvøld, at Iran hevur sent rakettir eftir Ísrael.

 

Hetta veit tíðindastovan, AFP, at siga.

 

Ísraelska ávísin Haaretz skrivar, at sambært heilsustarvsfólkum í Ísrael hevur eitt fólk latið lív, og tvey eru løstað.

 

Tíðindafólk hjá AFP í Jerusalem vita at siga, at ávaringarlúðrar hava ljóðað um allan býin.

 

IDF váttar, at loftverjan í økinum er aktiverað og roynir at beina burtur iransku hóttanina.

 

Iranska álopið kemur bara tímar eftir, at ísraelski herurin hevur lopið á iranskar kjarnorku-og ídnaðarstøðir.

 


 

 

Myndin er frá einum iranskum álopi á Ísrael, men myndin er ikki frá iranska álopinum í kvøld