Iran: Eru vís í at flogfarið ikki var rakt av rakett

Teir svørtur kassarnir fara at siga, hvat hendi við ukrainska flogfarinum, sigur irakiskur loftferðslustjóri.

Ovasta leiðsan fyri loftferðsluna í Iran, Ali Abedzadeh, sigur, at hann »er vísur í«, at eitt ukrainskt ferðafólkflogfar, sum datt niður nærindis altjóða floghavnina í Teheran, ikki varð rakt av eini rakett.

Tað halda annars fleiri vesturlendskar stjórnir og fregnartænastur.

– Einum kunnu vit vera vís í, at flogfarið varð ikki rakt av eini rakett, sigur Abedzadeh á tíðindafundi í Teheran í dag.

– Upplýsingarnar í svørtu køssunum eru avgerandi fyri, hvussu hetta kann greiðast.

Hann sigur, at svørtu kassarnir er funnir, og at teir eru heilir og eru við at verða kannaðir.

Hann vísir aftur ákærum ímóti Iran um sjálvt at hava skotið ukrainska flogfarið niður, eitt Boeing 737-800 við 176 fólkum umborð.

– Allar viðmerkingar, sum verða gjørdir, áðrenn dáturnar eru komnar fram, eru ikki serfrøðingameiningar, sigur hann.

Bretska og kanadiska stjórnin hava boðað frá, at tað var ein rakett, sum fekk flogfarið at detta niður. Næstan samstundis er ein videoupptøka komin fram, sum tykist vísa løtuna, tá flogfarið varð rakt av eini rakett.

New York Times, sum hevur lagt upptøkuna út á heimasíðuna, sigur at talan er um ein sanna upptøku. Hon vísir lutin, sum flytir seg skjótt upp ímóti himlinum, áðrenn ein ljósglæma sæst. Fá sekund eftir hoyrist ein spreinging.

– Vit hava sæð nakrar videoupptøkur. Vit kunnu vátta, at eldur var í flogfarinum í 60-70 sekund, sigur Abedzadeh.

Men »at tað varð rakt av nøkrum, kann vísindaliga ikki vera rætt«, sigur hann.

Stjórnin í Ukraina sigur seg fyribils ikki útiloka, at ein rakett kann hava rakt flogfarið.

Flogfarið fór av flogvøllinum stutt eftir klokkan seks mikumorgunin. Tað var bara tveir tímar eftir, at Iran hevði sent rakettir ímóti tveimum støðum í Irak við amerikanskum hermonnum.

Álopið var eitt svar upp á, at USA drap iranska herovastan Qassem Soleimani við einum dronuálopi við flogvøllin í Bagdan í síðustu viku.

Reuters skrivar, at nógvar vanligarar irana illneitast á sosialum miðlum inná, at myndugleikarnir ikki stongdu floghavnina í Teheramn eftir rakettálopini í Irak.

 

/ritzau/AFP