Iran boðar frá semju við USA í kjarn­orku­sam­ráð­ing­um

USA vil hava Iran at avmarka sína kjarnorkuætlan. Londini samráddust í Sveis í dag.

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi. Mynd: Karim Jaafar/AFP/Ritzau Scanpix

Umboð fyri Iran og USA vóru í dag samd um "vegleiðandi meginreglur" í samráðingunum um kjarnorkuavtalu í sveisiska býnum Geneve.

Tað segði iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, við iranskar miðlar sambært tíðindastovuni Reuters.

Araghchi legði afturat, at ein kjarnorkuavtala ikki verður gjørd í nærmastu framtíð, men at leiðin móti eini avtalu er latin upp.

Uttanríkisráðharrin luttók í samráðingunum vegna Iran, meðan sendimenninir Steve Witkoff og Jared Kushner umboðaðu USA.

USA vil hava Iran at avmarka sína kjarnorkuætlan.

Samráðingarnar í Geneve endaðu seinnapartin týsdagin. Hetta er annað umfar av kjarnorkusamráðingum millum Iran og USA.

Tíð og stað fyri triðja samráðingarumfari eru ikki ásett enn, sigur Abbas Araghchi.

 

/Ritzau/

 

 

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi. Mynd: Karim Jaafar/AFP/Ritzau Scanpix