Irak: Nuri- moskan sprongd í luftina

800 ára gamla stórmoskan í Mosul er javnað við jørðina í stríðinum millum Islamskan Stat og irakska herin. Hon varð løgd í oyði á einum av teimum mestu halgu døgnum.

 

Stórmoskan al-Nuri í Mous hevur í fleiri hundrað ár verið eyðkennið hjá milliónbýnum í norðrara parti av Irak.

 

Tað serliga við moskuni er skeiva tornið, har kallað var til bøn. Tornið var eitt symbol, sum millum annað var nýtt í lýsingum fyri Mosul. Tað sást á myndum á koppum, kalendarum og nógvum øðrum frá Mosul.

 

Men nú sæst skeiva eyðkennið ikki longur í veruleikanum. Tí í gjár skramblaði moskan saman, sprongd í luftina. Eingin hevur enn tikið ábyrgdina av oyðileggingunum.

 

Síðani í heyst hava bardagar verið í Mosul. Tá fór irakski herurin, stuðlaur av flogførum hjá altjóða samgonguni, í stríð við hernaðarrørsluna Islamskan Stat, sum hevur havt ræði á Mosul síðani 2014.

 

Tað var í al-Nuri, at Abu Bakr al-Baghdadi, leiðarin hjá IS, í 2014 boðaði frá kalifatinum í teimum IS-stýrdu økjunum í Irak og Sýria.

 

Í februar vann irakski herurin aftur eystara partin av Mosul, og nú er hart stríð í vestara partinum, har nógv fólk búgva.

 

Herurin í Irak hevur í fleri vkur sagt, at IS næstan var niðurbart, men hernaðarligu islamistarnir stríðast sítt stríð.

 

Nú skuldi tað verið vist, sigur herurin. IS er við at falla, og oyðilagda moskan er tekin um tað. Tí Irak heldur, at tað er IS, sum hevur sprongt moskuna í luftina.

 

– At spreingja al-Hadba og al-Nuri-moskuna í luftina er tað sama sum alment at viðurkenna ósigurin, sigur forsætisráðharrin í Irak, Haider al-Abadi, sambært Reuters tíðindastovuni í eini fráboðan.

 

IS sigur, at tey hava ikki oyðilagt moskuna. Tað var eitt amerikanskt hernaðarflogfar, sum sprongdi hana, sigur IS í eini fráboðan, sum tíðindastovan Amaq hevur sent út.

 

Tað passar ikki, siga amerikanararnir.

 

– Vit hava ikki framt álop í hasum økinum, sigur talsmaður fyri samgonguna við Reuters.

 

Moskan var sprongd í gjár, sum var ein heilt serligur dagur í muslimska kalendaranum, sigur blaðið The Guardian. Hesin dagurin í føstumánaðinum ramadan kallast »valdsins nátt« ella »lagnunáttin«.

 

Sambært trúnni hjá muslimum var tað hesa náttina, at profeturin Muhammed fekk ta fyrstu opinberingina, sum síðani førdi til koranina.

 

Moskutornið skramblaði saman, meðan eindir hjá iraksku serdeildini CTS var 50 metrar frá moskuni, sigur irakski herurin í eini fráboðan.

 

Reuter skrivar, at irakskir embætismenn í privatum samrøðum hava sagt seg vóna, at herurin megnaði at endurvinna økið við moskuna, áðrenn Eid al-Fitr, sum er endin á ramadanum

 

Tann fyrsti dagur í Eid al-fitr í Irak er tann 25. ella 26. juni.

 

 

/ritzau/