Irak hevur skjótt kjarnorkuvápn

Ein irakskur kjarnorkuserfrøðingur, sum rýmdi av landinum fyri átta árum síðani, heldur, at Irak verður ført fyri at gera eina kjarnorkubumbu nógv fyrr, enn vesturlendskir leiðarar halda

Irak-kreppan
Árni Joensen:

Khidir Hamza, sum flýddi úr Irak fyri átta árum síðani, sigur við bretska blaðið The Times, at irakar eru uttan iva komnir munandi longur við at gera ta fyrstu kjarnorkubumbuna, enn teir politisku og hernaðarligu leiðararnir í Vesturheiminum halda.
Khidir Hamza vil vera við, at irakskir serfrøðingar hava eftirgjørt eina týska sentrifugu, sum verður nýtt til at ríka uran. Vápnaeftirlitsmenninir hjá ST oyðiløgdu ta týsku sentrifuguna, áðrenn teir fóru úr Irak í 1998, men Khidir Hamza sigur, at irakar hava fleiri eftirgerðir av týsku sentrifuguni.
? Vit tóku fleiri sjónbond av sentrifuguni, tá hon varð sett upp, so vit kundu vera førir fyri at gera okkara egnu eftirgerðir, og eg eri vísur í, at tað finnast fleiri hundrað slíkar eftirgerðir í Irak í dag, sigur kjarnorkuserfrøðingurin við The Times.
Sambært blaðnum tekur tað millum fýra og sjey ár at ríka nóg mikið av urani til eina kjarnorkubumbu, og hildið verður, at iraksku serfrøðingarnir hava arbeitt við hesum seinastu fýra árini.
Tann viðurkendi bretski kanningarstovnurin IISS segði herfyri, at fær Irak fatur á tí neyðuga tilfarinum, kann landið gera eina kjarnorkubumbu eftir fáum mánaðum.