Irak hóttir við at leypa á Kuwait

Loyva kuwaitar USA at nýta landið sum støð í einum álopi á Irak, fer Irak at leypa á Kuwait

Irakski varauttanríkisráðharrin, Tariq Aziz, gjørdi í samrøðu við kanadiska sjónvarpið fyrrakvøldið greitt, at roynir USA at gera innrás í Irak, verða amerikansku hermenninir ikki móttiknir við blómum, men kúlum, og teir verða fyri stórum tapi, legði hann afturat.
- Kemur álopið úr Kuwait, kann tað henda, at vit fara at svara aftur. Vit fara sjálvandi at svara amerikanska álopinum, sama hvaðani tað kemur, tí vit hava loyvi at verja okkum, segði Tariq Aziz. Hann legði afturat, at Irak fer eisini at royna at raka øll mál í USA, brestur kríggj á.
Spurdur um samstarvið millum iraksku myndugleikarnar og vápnaeftirlitsmenninar hjá ST segði varauttanríkisráðharrin, at Irak er sinnað at bøta um samstarvið. Sambært Aziz eru bara tveir stríðsspurningar eftir millum iraksku myndugleikarnar og vápnaeftirlitsmenninar. Annar snýr seg um, at flogfør av slagnum U2 skulu gera eftirlitsferðir inn yvir Irak, og hin snýr seg um møguleikarnar hjá eftirlitsmonnunum at avhoyra irakskar vísindamenn.