Iphone-forritið ?Pocket First Aid & CPR? bjargaði lívinum á Dan Wolley, ið lá undir húsaleivdunum eftir jarðskjálvtan á Haiti Dan Wolley búði á hotellinum ?Montana? tá jarðskjálvtin gjørdi, at hotellið rapaði og hann endaði undir leivdinum. Meðan hann lá har, við bløðandi sárum kom hann í tankar um, at hann hevði lagt eitt forrit frá ?American Heart Assosciation? í telefon sína. So hann tók tað fram, og har stóð hvussu hann skuldi taka sær av sárunum, og at hann skuldi ansa sær fyri at ikki sovna ov leingi. So hann stillaði telefonina at vekkja hvønn 20 minutt.
Aftaná 60 tímar varð Dan Wolley bjargaður úr leivdunum.
Iphone-ískoytið hann nýtti, er nú eitt tað mest seljandi í øllum USA, skrivar CNN.









