Ionel Gheorghe: - Alt liðið eigur heiðurin

Tað var ein væl nøgdur venjari hjá Stjørnuni, Ionel Gheorghe, vit hittu eftir dystin. Vit spurdu hann, hví tað tók so leingi at renna frá VB, og hví liðið spældi so ivasamt fyrstu løtuna av dystinum.
- Vit plaga ikki at byrja serliga væl. Tað tók okkum eisini tíggju minuttir at innsíggja, at vit vóru í finaluni, men eg segði við tær, at tær skuldu taka tað púra róligt og spæla við høvdinum, sigur Ionel Gheorghe og heldur, at tað var avgerandi, at leikarar hansara trúðu uppá seg sjálvar.
- Um tær fóru niður við høvdinum, tí tað ikki gekk so væl, so høvdu vit tapt dystin. Eg bað tær um at trúgva og at halda á fram við at trúgva upp á seg sjálvar. Tað eydnaðist. Eina løtu í seinna hálvleiki eru vit langt á odda og byrja at missa fokus, men avgera vit dystin flott, sigur Ionel Gheorghe.
Hann heldur ikki, at tað var Simona Petersen, sum avgjørdi dystin einsamøll.
- Simona skoraði 10 mál og er ein góður spælari, ja, men fyri meg ræður tað um alt liðið. Í dag var tað liðið, sum vann. Gloym Simonu, sigur hann.