At ein somikið langur sáttmáli verður undirskrivaður, er nærum óhoyrt í føroyskum fótbólti.
Við undantakið av mest vinnandi føroyska venjaranum, Johan Nielsen, hevur tað so als ikki verið gerandiskostur, at venjarar støðast leingi í einum og sama felag.
Fleiri orsøkir
Sambært stjóranum í P/F Havnar Fótbóltur, sum er partafelagið aftan fyri fremsta liðið hjá HB, so eru tað tó fleiri orsøkir til, at felagið nú ger ein somikið langan sáttmála við Ion.
- Tað eru so nógvir smærri og størri lutir, sum hava verið viðvirkandi, sigur Steinfinnur Mittelstein.
- Fyrst og fremst er sjálvandi at siga, at vit hava verið sera væl nøgdir við tað arbeiði, sum Ion hevur gjørt fyri okkum higartil. Hóast talan ikki hevur verið um gullmerki hvør ár, so eru vit so avgjørt ikki av teirri fatan, at venjarin ber skuldina fyri hetta.
- Tað er eisini okkara fatan, at spælararnir hava verið væl nøgdir, og vit hava spurt okkum fyri hjá bæði dreingja-, unglinga- og fyrstudeildarliðnum, áðrenn nøkur avgerð varð tikin í so máta.
Eisini leggur Steinfinn dent á, at tað so avgjørt ikki er nøkur løtt uppgáva at finna ein nýggjan venjara, og tá samstarviði hevur koyrt somikið væl í trý ár, heldur hann tað vera upplagt at leingja sáttmálan.
- Skal ein nýggjur venjari finnast, skal nógv arbeiði leggjast í, áðrenn partarnir kenna hvønn annan nóg væl. Hetta hava vit verið ígjøgnum við Ion. Í byrjanini var tað sjálvandi ein stór umstilling, sum mátti fara fram hjá báðum pørtum, tí hann kom jú úr einum heilt øðrum umhvørvi, har krøv til og umstøður hjá leikarunum eru heilt øðrvísi enn hjá okkum. Nú dugir hann at laga seg til føroysku mentanina, meðan vit samstundis síggja nógv positivt í hansara hugburði, har tilvildin so at siga ongantíð sleppur at ráða.
- Eisini hevur hann stórar menniskjaligar eginleikar, sum vit hesi trý árini hava virðismett sera høgt, so samanumtikið hava vit verið sera fegin um hansara leiklut í felagnum.