Ioana basti Kyndli

Rumenski stórskjúttin tók mest sum einsamøll um endan, og tað var nóg mikið til at basa Kyndli

Hondbóltur

Hon hevur fyrr prógvað tað, og tað gjørdi hon eisini hesaferð.
Ioana Rápa man seinni árini hava verið tann kvinnuligi leikarin, sum hevur havt størstu einstøku ávirkanina á lið sítt. Og tó at hon enn eigur heiðurin sum ársins leikari til góðar, so er helst eingin, sum ivast í, at úrslitini hjá Vestmanna kvinnunum í ovurstóran mun eru tengd at henni.

Málverjar skaptu ójavnvág
Og tað var eisini tørvur á skotstyrkini sunnudagin. Kyndil, sum í eini tvey ár hevur verið á oyðimarkarferð, har at kalla einki hevur vilja borið til, tóktist vera ressað heilt nógv eftir javnleikin móti StÍF seinasta vikuskifti.
Fyri steðgin vóru tað eisini tær grønu, sum sýndu betra spælið, og bara ein røð av kanón-skotum frá Ioanu forðaðu fyri, at Kyndil av álvara hevði drigið frá undan steðginum.
Tað var tó eitt sjónligt brek hjá Kyndli, at Guðrun á Lágabø ikki fekk vart málið hesaferð. Uttan at taka nakað frá Vivian Dahl og Kirstin Andreasen, so er ein orsøk til, at Guðrun í fleiri ár varð mett millum bestu føroysku málverjarnar. Og tá VÍF so hevur so frægar málverjar sum Manuelu Stan og Tommu Petersen, so skapti tað eina ójavnvág í dystinum, sum Kyndil ikki megnaði at vinna á.

Munurin stóð við
Tað gekk tó fyri tað nógva heilt javnt fyri seg, men eftir at VÍF tíðliga í seinna hálvleiki togaði seg tvey mál framum, so megnaði Kyndil ongan tíð at koma aftur á javnt. Fleiri ferðir var nær við, men tað restaði alla tíðina tað seinasta pettið. Munurin stóð við, og tá hann so móti endanum eisini vaks, var leyst og liðugt hjá VÍF, sum av álvara slapp sær úr botninum á stigatalvuni.
Her er Kyndil framvegis á einum stigi, men skal metast eftir seinastu avrikunum, so er einki at ivast í, at stigini verða fleiri í tali. Við eini verju, sum hesaferð eisini vildi stríðast, fer liðið í øllum førum at verða ein munandi størri biti, enn tær hava verið seinnu árini, og so er spurningurin, hvussu langt tað fer at røkka á talvuni.

Fakta um dystin
Kyndil-VÍF 25-29 (13-13)
Málskjúttar
Kyndil: Lotte Sørensen 13(4), Súsanna Petersen 6, Randi Wardum 3, Linda Weihe 1, Anja Midjord 1
VÍF: Ioana Rápa 18(5), Linda Johannesen 3, Annfríða Helgadóttir 2, Eyðritt Andreasen 2, Kirstin Helgadóttir 1, Alis Høghamar 1, Tórunn Jónálvsdóttir 1, Sára Jógvansdóttir 1
Brotskøst: Kyndil 4, VÍF 5
Útvísingar: Kyndil 3, VÍF 4
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Høvdu fult tamarhald á tí mesta.