Intrum mist pláturnar

Innkrevjingarfyritøkan Intrum – ella Inntriv, sum tey kalla seg – er eftir øllum at døma ikki serliga fyrimyndarlig, tá tað kemur til at gjalda egnar rokningar. Sosialurin visti í gjár at siga, at løgreglan hevur verið framvið hjá fyritøkuni og klipt pláturnar av.

- Vit hava roynt fleiri ferðir at fáa eina viðmerking frá Jákup Bech Jensen, stjóra í Intrum, um innkrevjingarfelagið, sum hevur spesialiserað seg í at plága fólk til at gjalda rokningar, er ein so ringur betalari, at neyðugt var hjá løgregluni at klippa pláturnar av bilinum á miðjari nátt. Men stjórin hevur ikki svarað okkum enn, skrivaði Sosialurin í gjár.