Intimar konsertir á Norðurbryggjuni

Leygarkvøldið feb fara Heiðrikur á Heygum og Guðrið Hansdóttir at framføra hvør sína intima konsert á Norðurbryggjuni Leygarkvøldið 2. februar fara Heiðrikur á Heygum við bólki og Guðrið Hansdóttir við bólki at framføra hvør sína intima konsert á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

 

Besta songkvinna 2007, Guðrið Hansdóttir, hevur góðan bólk við sær. Hesi hava spælt saman í eitt ár til nógvar konsertir og tey hava útgivið eina fløgu saman. Tey eru: Guðrið Hansdótir sang og gittar, Líggjas Olsen rhodes, Sakaris Joesen bass, Andreas Dalsgaard trummur, Jón Klæmint Hofgaard gittar og Ása Wraae kórsang.

 

Heiðrikur, sum fer fyrst á pallin, var tilnevndur besti sangari á Planet Awards 2007, og eigur nú tvey pláss á 15 teimum bestu. Heiðrikur syngur og hevur eisini gott fólk við sær, so sum Heiðin Ziska Davidsen á gittar, Heiðrun Petersen á violin og Tóri Restorff á cello.

 

Konsertin byrjar kl 20, og dyrnar lata upp kl 19:30. Atgongumerki kunna keypast beinleiðis á www.politikenbillet.dk/nordatlanten