John Johannessen
Seinastu dagarnar hevur verið so at siga ómøguligt at fingið samband við internetið hjá teimum viðskiftafólkunum hjá Føroya Tele, ið hava uppringt samband.
Fleiri fólk, Sosialurin hevur tosað við, hava onkran dagin roynt í tímar, áðrenn tað er eydnast at koma upp á netið. Eisini blaðfólk her á blaðnum hava havt trupulleikar av vánaliga sambandinum.
Men nú skulu viðskiftafólkini hjá Føroya Tele aftur fáa samband við internetið júst tá teimum nýtist tað. Tveir tøkningar arbeiddu allan dagin í gjár við at seta upp nýggja útgerð.
Útgerðin skuldi væntandi vera liðugt sett upp áðrenn arbeiðsdagurin í gjár var lokin ella fyrrapartin í dag, og tá skuldu trupulleikarnir við internetsambandinum hjá viðskiftafólkunum hjá Ólivant aftur verið álítandi.









