Internet-álop á Milosevic

Amerikanska fregnartænastan hevur gjørt ein ætlan um, hvussu amerikanskir hackarar skulu leypa á Milosevic á internetinum

Eftir tveir mánaðir við støðugum bumbuálopum á Jugoslavia hava amerikanar nú gjørt eina ætlan um at breiða kríggið móti Milosevic til internetið.

Amerikanska tíðarritið Newsweek hevur fingið frænir av einari loyniligari ætlan hjá amerikansku fregnartænastuni CIA, sum leggur upp til, at amerikanskir hackarar skulu royna at bróta inn í bankar, har illgruni er um, at jugoslaviski leiðarin goymir stórar peningaupphæddir. Málið er so onkursvegna at beina fyri hesum peningi.

Sambært tíðarritinum dámar amerikanska forsetanum Bill Clinton væl uppskotið hjá CIA, og hann hevur sett fregnartænastuna í gongd við at fyrireika internetálop á Milosevic.

CIA er áður biðið um at koma við uppskotum, tá semingsloysnir ikki nytta og vald ikki er nóg mikið, og hesaferð hava teir sett saman eina ætlan, sum ongantíð áður er sædd.

Lítið nýtt er í fyrra partinum. Hann snýr seg um at venja mótstøðufólk í Kosovo at sabotera elveitingar, samskiftiskaðalar, goymslur við brennievni og mati ? mál sum NATO ikki klárar at raka úr luftini.

Seinni parturin er nýggjur og higartil ókendur. Og tað er hesin parturin av CIA-ætlanini, sum fór sum rótasúpan um allan heimin, eftir at Newsweek avdúkaði hann á hvítusunnu.


Sum at skjóta

seg sjálvan í fótin

Og alt fyri eitt vóru harðar ákoyringar á ætlanina, og serliga á tann partin sum mælir til, at sokallaðir hackarar skulu bróta inn í bankar, har Milosevic sigst at goyma pening.

Sambært upplýsingum hjá amerikansku fregnartænastuni eru hesir bankar at finna í millum annað Ruslandi, Grikkalandi og á Kypros.

Serfrøðingar halda, tað kann setast eitt stórt spurnartekin við hesa ætlan. Teir halda, at tað er at gera seg inn á lond, sum ikki eru partur í krígnum, og seinni kunnu slík tiltøk raka amerikanskar bankar.

USA er eitt land, sum hevur brúk fyri einum góðum og tryggum bankakervi um allan heim, og royna amerikumenn fyrst sjálvir at gera seg inn á kerv í øðrum londum, kann tað verða sum at skjóta seg sjálvan í fótin.

Tað er eisini greitt, at tað er ikki bara sum at siga tað at bróta inn í bankakerv, har trygdin er í hásæti, og sambært teimum, sum kenna hetta økið, skal eitt stórt arbeiðið til, áðrenn tað bara kann koma uppá tal at eydnast CIA at koma inn í bankakerv í øðrum londum.

Amerikanski forsetin kann sjálvur syrgja fyri, at álop verða gjørd á útlendskar bankar, men við stóra hóvastákinum, sum er komið burtur úr avdúkingunum hjá Newsweek, kann Clinton eisini velja at steðga ætlanini og lata sum um hon ongantíð hevur verið upp á tal.

ek