Turru tølini siga, at talan framvegis er um framgongd og vøkstur í føroyska samfelagnum.
Inntøkutølini fyri februar vísa, at samlaðu a-inntøkurnar vóru 86,564 milliónir hægri í februar í ár, enn tey vóru sama mánað í fjør. Í februar 2015 vóru a-inntøkurnar 793,073 milliónir krónur. Í februar í ár vóru a-inntøkurnar 879,637 milliónir krónur. Lutfalsligi vøksturin er 10,9 prosent.
Í ár er skotár, og harvið var februar mánaður 29 dagar, meðan hann onnur ár enn skotár er 28 dagar.
Samlaðu a-inntøkurnar tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár eru 1,632 milliardir krónur. Í fjør var a-inntøkan tveir teir fyrstu mánaðirnar 1,494 milliardir. Meirinntøkan er 138 milliónir krónur, sum svarar til lutfalsligan vøkstur upp á 9,2 prosent.