Tað eru nógv í Føroyum, sum brúka ymsar stroymingartænastur, bæðu Netflix, Viaplay, HBO, Spotify, og aðrar. Tá ið føroyingar rinda fyri hesar tænastur, rinda vit eisini mvg. Men í hesum føri fellur meirvirðisgjaldið ikki í føroyska landskassan, men í danska statskassan. Javnaðarflokkurin á fólkatingið hevur roknað seg fram til, at talan er minst um 13,5 milliónir, sum føroyska samfelagið missur av hesum áðum og nú hevur flokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um, at vit skulu fáa fatur á hesum pengunum. Og tá ið vit hava fingið fatur á teimum, skulu teir brúkast til at stuðla føroyskari mentan við.
Málið varð viðgjørt á Løgtingi í gjár, og har er full semja um, at landsstýrið og Taks skulu gera eina roynd at fáa fatur á pengunum. Men tað er ikki semja um, hvussu stóra upphædd, talan er um og tað er heldur ikki semja um, hvat pengarnir skulu brúkast til. Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður, sigur, at tvær av teimum stóru stroymingartænastunum hava skrásett seg í Føroyum og rinda landskassanum mvg. Inntøkan er einar átta milliónir um árið og sostatt hava selja tær tænastur í føroyum fyri einar 40 milliónir um árið.
Tað sigur honum so mikið sum tað, at tað eru tvær av teimum stóru stroymingartænastunum, sum hava skrásett seg í Føroyum og tí ivast hann í, hvussu nógv er eftir. Men uttan iva eru fleiri inntøkur eftir fáa - og so er tað spurningurin, hvat tað kostar at fáa fatur á pengunum. Hinvegin er hann heldur ikki samdur við Javnaðarflokkin um, hvat pengarnir skulu brúkast til. Hann heldur ikki, at tað ber til at marka pengarnar til eitt ávíst endamál. Einasti mátin er at pengarnir fara á fíggjarlógina, og so raðfesta politikararnir, hvussu pengarnir skulu býtast ímillum tey ymsu økini.
Tað varð eisini umrøtt, at hetta er eitt ringt mál at loysa og ein orsøk er, at fleiri av stroymingartænastunum góðkenna ikki Føroyar sum eitt sjálvstøðugt øki.