Jósup siglir mest sum altíð fullur til Mykinesar við ferðafólki alla summarhálvuna. Flest øll fara út í Mykineshólm. Hagapartarnir í Mykinesi hava sligið seg saman og krevja 100 krónur frá hvørjum ferðafólki, og hesin peningurin fer til ábøtur og til at betra um umstøðurnar í Mykinesi.
Ein av hagastýrisformonnunum sigur, at hagapartarnir hava valt at stuðla altartalvuni og samskiftisútgerð til súluveiðuna, ið eisini kann nýtast í samband við leitan eftir fólki. Stuðul er eisini veittur at laða gomlu grótgarðarnar upp aftur.
Í 2018 keyptu Hagapartarnir í Mykinesi prestar frá Verkstaðnum Vón, ið vóru nýttir til at merkja gøtuna út í Hólm. Hetta varð gjørt fyri at minka um vandan fyri, at fólk bara gingu sum best ber til, tí tey ikki vistu, hvar gøtan var.
Í 2018 og 2019 hava hagapartarnir fingið fólk til at ansa eftir, at ásetingarnar í grannastevnuni verða hildnar. Tey ansa millum annað eftir, at fólk halda seg til gøtuna, tá ið tey koma út í Lamba, so at tey órógva lundalandið sum minst. Hetta verður gjørt fyri at verja ríka fugla- og djóralívið í Mykinesi.
Nakað er gjørt við at gera ábøtur á gøtuna út Hólm, men nógv skal gerast afturat. Hagastýrisformaðurin sigur, at tað kostar nógv at fáa útgerð út í Oynna, og kanska má nógv tilfar flúgvast út. Tí verður hetta sera kostnaðarmikið, og nógvir pengar skulu savnast inn afturat fyri at ábøturnar skulu gerast.
Tað eru ymsar ferðaskrivstovur, ið skipa fyri ferðum út í Mykineshólm.
Tá ið Jósup ikki siglir vegna veður, fær Hólmurin frið. Sama er um tað regnar illa, tá verður Hólmurin stongdur fyri atgongd.