Innrás á tjaldingarplássið

Í kvøld lat tjaldingarplássið á G! Festivalinum upp, og nógv folk høvdu seinnapartin stillað seg í kø við inngongdina fyri at tryggja sær gott pláss til tjaldið.

 

Tjaldingarplássið er flutt úr Syðrugøtu, og í ár koma tjaldararnir at halda til oman fyri kirkjugarðin í Norðragøtu.

 

Tjaldingarplássið á G! Festivalinum hevur øll árini verið sera væl umtókt, og soleiðis er eisini í ár.

 

Fyrireikararnir av G! Festivalinum siga, at armband til tjaldingarøkið fæst í býti við atgongumerki á Torginum í SMS og í atgongumerkjavogninum, sum í dag hevur staðið við tjaldingarøkið í Norðragøtu.

 

Framførslurnar á G! Festivalinum byrja í morgin og halda fram fríggjadagin og leygardagin.