Við nýggju bókini ?Spor í Tinganesi? verður ein gongutúrur á hellunum har ein upplýsandi ferð aftur í tíðina
Í hellunum í Tinganesi eru nógv sjónlig spor og merkir, sum øll eru gjørd av menniskjum í onkrari merking.
Her eru búmerkir, sólur ella kumpassrósur, árstøl, skjøldrar, nøvn, graffiti, bókstavir og krossar.
Nú hevur havnamaðurin Rolf Guttesen skrivað bók um hesi merki, sum verða lýst nærri við myndum.
Høvuðsinnihaldið í bókini ?Spor í Tinganesi? eru myndir við stuttum forklárandi teksti. Tilfarið er skipað soleiðis, at fyrst er ein yvirlitsmynd, sum vísir allan lokalitetin; síðan ein mynd av steininum; og so ein nærmynd av merkinum.
Soleiðis skuldi tað verið møguligt hjá øllum við bókini í hondini at funnið øll sjónlig merkir, sum eru meira enn 100 í tali.
Forlagið Fróðskapur hevur givið út bókina í samstarvi við Løgmansskrivstovuna.