Innlit í menning barnins: Soleiðis taklar tú avbjóðingarnar

Sum barnið vaksur til broyast tørvirnir hjá barninum  og avbjóðingarnar hjá foreldrunum. Hóast støðugu broytingina og menningina gjøgnum árini, so er tørvurin á, at foreldrini eru har fyri barnið, stuðla tí og lurta støðugur. Elisabeth Magnusardóttur. Gaard, cand.pæd. í námsfrøðiligari sálarfrøði, greiðir frá ymisku tíðarskeiðunum í lívinum hjá barninum, hvørjar avbjóðingarnar kunnu vera og hvussu vit fáa hjálpt og stuðla barninum best øll barnaárini.

 

 

Barnið tá tað er 0-1 ár

Hetta fyrsta liviárið hjá barninum er barnið serliga bundið at foreldrum sínum, og tað er hetta fyrsta árið, at grundarlagið fyri avgerandi menning verður lagt.

 

 

Umframt grundleggjandi tørvirnar so sum kærleika, svøvn og føði, tørvar barninum tryggleika og nærleika sum man millum annað kann vísa við at hava eygnakontakt við tað lítla barnið. Tað er sera umráðandi fyri barnið, at tað knýtur seg at einum vaksnum í hesum tíðarskeiðinum, tí verður tann tørvurin ikki møttur, so kann tað hava fylgjur seinni í lívinum, greiðir Elisabeth M. Gaard, Cand.Pæd.Psyk., frá.

 

 

Fyrstu mánaðarnir vísur barnið sína misnøgd við at gráta, og tørvirnir verða møttir við mati, svøvni, reinligheit, nærleika og kærleika.

 

 

Avbjóðingar:

Ofta tekur tað nakrar mánaðir hjá foreldrunum veruliga at læra barn sítt at kenna, og seinnu helvt av fyrsta liviárinum eru foreldrini ofta tryggari og fáa lættari troystað barnið. -Fyrstu mánaðirnir eru tað fult út fortreytirnar hjá barninum foreldruni rætta seg eftir. Seinni, tá barnið er umleið eitt hálv ára gamalt, kann man so smátt byrja at venja barnið við fastar songartíðir og annað sum kanska hóar foreldrinum betur, sigur Elisabeth M. Gaard.

 

 

Barnið tá tað er 1-3

Tá barnið er vorðið ár, og møguliga er farið í vøggustovu ella ansing, er tað vorðið meir sjálvbjargið. Barnið hevur vaksandi áhuga í sambondum við onnur og skilur eisini tað, at summar umstøður eru farligar og at man til dømis kann brenna seg, um okkurt er for heitt, greiðir Elisabeth Gaard frá. Nú byrjar barnið eisini at tosa og sigur og ger somu tingini sum tað sær mammu og pápan gera. Barnið mennir sosialu og kensliligu førleikarnar, og byrjar so smátt at útvikla empati.

 

 

Avbjóðingar:

Barnið tekur seg fram kensluliga og tí er umráðandi, at foreldrini læra barnið at loysa kensluligar fløkjur og ikki avnokta møguligar sterkar kenslur, sum barnið hevur. Elisabeth M. Gaard sigur, at tað er umráðandi at barnið merkir, at tað er rúm fyri øllum kenslum - bæði øði, vreiði, gleði og sorg.  barnið vísur sínar kenslur bæði gjøgnum mál og kropp, og tí kann tað til tíðir sýnast ógvusligt ella larmandi.

 

 

Hesin aldurin verður eisini nevndur treiskisárini, tí  børnini vilja gera ting sjálvi, sum tey ikki altíð eru før fyri. Ofta eru samanbrestir, tá barnið ikki vil vaska hár ella busta tenn. Elisabeth Gaard heldur, at er talan um grundleggjandi ting sum koma undir vanliga umsorgan, so má man á ein róligan men avgjørdan hátt siga við barnið, at nú fara vit at busta tennirnar, og so kann man eisini royna at leiða tankarnar hjá barninum til okkurt annað í meðan, so tannbustin ikki fær alt ov nógv uppmerksemi.

 

 

-Tað eru nógvar slíkar støður í hesum aldrinum, og ein lærur ofta best hvat riggar til sítt egna barn við at prøva seg fram, sigur hon.

 

 

Tá barnið er 3-7

Tá barnið er um trý ár fer tað í barnagarð.  Elisabeth M. Gaard greiðir frá, at tá barnið byrjar í barnagarði, skal tað ofta hava hjálp á ymiskum økjum, so sum at fara á vesi og lata seg í. Í endanum av hesum tíðarskeiðnum klárar barnið seg sera væl sjálvt. Eisini er málið í stórari menning, og tað henda nógvar mentalar broytingar. Barnið er tó enn  óbúgvið og bundið at foreldrum sínum, Barnið  søkir sambond við onnur, tekur initiativ og leggur betur til merkis fjølboytni rundan um seg. Í hesum aldrinum mennist barnið í gjøgnum spæl og hermar eisini eftir teimum vaksnu og lærir soleiðis nýggjar eginleikar. Barnið spyr nógvar spurningar, og soleiðis verður málið evnað til, og barnið skilur betur seg sjálvt og umhvørvið. Í síðsta parti av hesum tíðarskeiðnum megnar barnið betur og søkir eisini ofta grundgevingar fyri, hví tað ikki má eitt hvørt ella fáa onkra nýggja leiku. Barnið er tó enn óbúgvið og bundið at foreldrum sínum, greiðir hon frá.

 

 

Avbjóðingar

Barnið verður alsamt meir sjálvstøðugt og hettar ávirkar sjálvsvirið hjá barninum á ein jaligan hátt, greiðir Elisabeth M. Gaard frá, . Barnið dugur betur at siga, hvat tað vil, og byrjar at seta ynskir fram um hvørji klæði tað skal í, hvat tað vil hava við í mátpakkan og tílíkt.

 

 

-Ein avbjóðing kann oftani liggja í at finna ein javnvág í millum, hvat barnið kann fáa eina ávirkan á og hvat barnið ikki skal hava nakra ávirkan á, sigur hon.