Innlendismálaráðið umsita Felagsskránna

Í morgin, 1. september, yvirtekur innlendismálaráðið umsitingina av Felagsskránni.

Felagsskráin er ein skrá, har føroysk feløg, felagsskapir, samtøk, samskipanir o.l. við lógligum endamáli kunnu biðja um at verða skrásett.


Við skrásetingini fær felagið m.a einkarrætt at brúka navn, frámerki og onnur sermerki, sum eyðkenna felagið.


Innlendismálaráðið sigur, at Felagsskráin varð longu yvirtikin sum føroyskt sermál í 1948, men at fútin hevur higartil umsitið skránna.


Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur nú avgjørt, at skráin tann 1. september 2009 skal flytast til Innlendismálaráðið.


Í dag eru skrásett 127 feløg í Felagsskránni.