Byggivirkið Norðhús í Klaksvík er í gongd við at byggja eldrasambýlið í Svínoy. Grundin er stoypt, gólvið skal stoypast, og sjálvt húsið verður gjørt liðugt í Klaksvik og flutt út til Svínoyar.
Húsið verður innilokað í summar, og so hendir fyribils ikki meira.
- Vit hava hvørki fingið stuðuls- ella rakstrarjáttan, og vit bíða eftir boðum úr Almannaráðnum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Í síðari tíð fekk táverandi Svínoyar kommuna játtan til at byggja eldrasambýli við átta plássum, men tá ið Klaksvíkar kommuna fekk játtan at byggja røktarheimið, sum nú er í gerð.
- Vit halda fast við, at tilsøgnin til sambýlið í Svinoy er óheft av tí, sigur Gunvá við Keldu.
Tá ið Svínoyar kommuna og Klaksvíkar kommuna løgdu saman, var lyftið til svínoyingar, at eldrsambýli skuldi byggjast, og hetta lyfti stendur býráðið fast við.
Eingin kanning er nakrantíð gjørd av tørvinum á eldraheimsplássum í Svínoy.
Sum árini ganga minkar fólkatalið. Annars eru eldri svínoyingar á heimunum í Klaksvík.
Um eldrasambýlið, sum verður nevnt Gamligarður, ikki til sína tíð fer at verða brúkt til gomul, kundi tað brúkst til annað. Eitt nú hevur bygdin einki bygdarhús, nevnir Gunvá við Keldu.










