Inngjaldið til barsilsskipanina fer helst at hækka

Grunnurin verður tómur longu í ár og tí skal okkurt gerast

Nú er av álvara farið at fjarða í pengakassanum hjá barsilsgrunninum. Og heldur hendan gongdin fram, verður kassin tómur longu í ár.

Og nú hevur Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, reist spurningin um at leggja Als og Barsilsgrunnin, saman.

Men tað heur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, ongar ætlanir um at leggja skipanirnar báðar saman, og hann sigur, at tað heldur ikki stórvegis sparing í tí.

Hann ásannar, at barsilsgrunnurin er við at tømast, men enn hevur hann ikki fult yvirlit yvir, hvussu støðan er. Tá ið hevur tað, verður støða tikin til, hvussu javnvág aftur kann fáast í barsilsskipanina.

Men hann sigur, at spurningurin er, um tað ikki fyrst og fremst, verður neyðugt at hækka inngjaldið í grunnin.

Hann hevur áður boðað frá, at ætlanin er ikki at minka útreiðslurnar við at stytta barsilsfarloyvi ella við at minka um útgjaldið.

Tvørtur ímóti ætlar samgongan at leingja barsilsfarloyvi upp í eitt ár, og tað økir so enn meiri um útreiðslurnar hjá barsilsskipanini. Í løtuni er barsilsfarloyvi 48 vikur, og sostatt ætlar samgongan at leingja tað í fýra vikur afturat.