Føroyar innfluttu fyri 10,7 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá juni 2023 til mai 2024. Tað eru 1,6 millardir krónur, ella 13 prosent, minni enn undanfarna skeið.
Nærum ein fjórðingur av innflutninginum hjá Føroyum kemur úr Danmark.
Tað skrivar Hagstova Føroya.
Føroyar eru farnar at innflyta nakað minni úr Niðurlondum, Týsklandi, Bretlandi, Belgia og Fraklandi, meðan vit eru farin at innflyta meira úr USA og Póllandi.
USA og Pólland hava tikið plássini á topp 10 listanum frá Fraklandi og Belgia.
Niðanfyri sæst topp-10, tá ið tað kemur til lond, sum Føroyar innflyta frá.
##med2##












