Innflyta ólógligar elektroniskar sigarettir til Føroya

Tað er ólógligt at innflyta elektroniskar sigarettir við nikotini, til Føroya.

Tað staðfestir Taks.

Nógvir eru mátarnar í royndunum at leggja av at roykja og eitt, sum hevur vundið nógv upp á seg seinastu tíðina, eru elektroniskar sigarettir, sum líkast rættiliga nógv vanligum sigarettum.

Í summum av teimum er enntá nikotin.

Taks staðfestir, at fleiri og fleiri føroyingar eru farnir undir at innflyta elektroniskar sigarettir, sum verða bílagdar á internetinum.

Tað finnast ymisk sløg av elektroniskum sigarettum á marknaðinum og summar hava nikotin í sær, aðrar hava onki nikotin.

Í hesum sambandi hevur tollvaldið í fleiri førum lagt hald á og elektroniskar sigarettirnar við nikotini í.

Nikotin verður roknað sum heilivágur og tað er bara Apotekið, sum hevur loyvi at innflyta heilivág.

Tí ber ikki til hjá privatfólki ella øðrum, at innflyta nikotin.

Men í elektroniskum sigarettum eru ymisk onnur evni blandað upp nikotinið og tískil er nikotinið í elektroniskum sigarettum ikki skrásett sum heilivágur.

Av tí sama innflytir Apotekið heldur ikki elektroniskar sigarettir við nikotini og sostatt er tað heilt ólógligt at innflyta elektroniskar sigarettir við nikotini í.

- Tí skulu fólk, sum keypa hesar elektronisku sigarettirnar við nikotini, vænta, at hald verður lagt á tær, sigur Taks.