Innflutningurin veksur meir enn útflutningurin

Fyrstu 9 mánaðirnar í ár er innflutningurin vaksin við 550 mió. kr., samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 16%.

Tað sigur Hagstova Føroya.

Hetta er uttan skip og flogfør. Verða tey íroknað, økist innflutningurin við 1,2 mia. ella 28% í mun til í fjør.

Vøkstur er serliga í innflutninginum av olju og av vørum til vinnulig endamál, undantikið byggivinnu og fiskavirking. Ongin nevndiverdur vøkstur er í innflutninginum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu.

Av útflutninginum standa fiskavørur fyri tí mesta. Fyrstu 9 mánaðir í ár vaks virðið av fiskavøruútflutninginum við 184 mió. kr., samanborið við sama tíðarskeið í fjør, svarandi til 5%. Í nøgd var vøksturin 3%.

Býtt á fiskasløg vigar uppisjóvarfiskur mest í nøgd. Men hóast nøgdin er minkað við 6%, so er virðið hækkað við 6%.

Eftir virði er alifiskurin tann størsti bólkurin, og er nú 34% av fiskavøruútflutninginum. Men príslækkingarnar síggjast aftur í tølunum, tí samstundis sum nøgdin vaks við heili 29%, øktist virðið einans við 4%.