Innflutningurin vaksin 1,2 milliard

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár er innflutningurin til Føroyar 1,2 milliard hægri enn hann var 10 teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Men tað er ikki innflutningurin av vanligum húsarhaldsvørum, sum er vaksin.

Tvørturímóti er hann minkaður 0,2%

Annars er tað innflutningurin av flogførum og skipum, sum eiga meiri enn helmingin av vøkstrinum, sigur Hagstovan.

Higartil í ár er innflutningurin av skipum vaksin 1,1 milliard og tað er bara í 2003, at innflutningurin av skipum hevur verði so stórur fyrr, tá innflutt var fyri 1,155 milliard alt árið.??

Uttan skip og flogfør er innflutt fyri 600 mió. kr meir enn í fjør og er tað ein vøkstur uppá 16%.??

Her er tað brennievni, tilfar til ídnað, maskinur og amboð, sum geva tann stóra vøksturin. ??

Av brennievni er higartil í ár innflutt fyri 1,1 milliard krónur og tað er tað mesta nakrantíð.

Longu fyrstu 10 mánaðirnar av 2012 er meir innflutt enn alt seinasta ár, sum higartil hevur verði tað árið, føroyingar brúktu mest uppá brennievni.??

Vinnan innflytur meir tilfar í ár, og her er tað serliga í alivinnuni, at vøksturin er . Í hesum sambandi er tað innflutt meir av fóðri og tað er eisini innflutt meir av fiskalýsi, sum helst verður nýtt í fóðurframleiðsluni. ?

Tað eru eisini innfluttar maskinur og amboð fyri ein triðing meir enn í fjør, men innflutningurin av byggitilfarið er áleið tann sami, staðfestir Hagstovan.

Talvan vísir gongdina í innflutningurin í ymsum vørubólkum higartil í ár afturímóti í fjør.