Vit innfluttu munandi minni í fjør enn undanfarnu árini. Tað er tekin um at bæði vinnulív og húsarhaldini hava verði meira varin í teirra keypi seinasta árið, sigur Hagstovan.
Samlað influttu vit fyri 4,2 mia. krónur í fjør og er tað góðar 800 mió. krónur minni enn í 2008. Verða skipini ikki tald við er minkingin 1,2 mia. ella 25%.
Hagstovan sigur, at so stór minking hevur ikki verði í innflutninginum síðan kreppuna fyrst í nítiárunum. Ein partur av minkingini skyldast tó at prísurin á brennievni var methøgur í 2008, so hóast nøgdin av brennievni var áleið tann sama bæði árini so var virði 400 mió. kr. minni í 2009.
Meðan vinnulívið sum heild innflytur minni tilfar til framleiðsluna og eisini keypir færri amboð og maskinur, er hugurin at gera íløgur í skip stórur. Tað eru innflutt skip fyri hálva mia. í fjør.
Tað sum verður innflutt til beinleiðis nýtslu hjá húsarhaldinum er minka 10% og er tað sera sjálsamt at hesin innflutningur minkar, sigur Hagstovan á heimasíðu síni.